Innlendismálaráðið

Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum og er skipað í fýra fakøkir, lógarmál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál.

Missiónin hjá Innlendismálaráðnum er at veita landsstýrismanninum ráð, tryggja haldgott grundarlag og at gera hugskot til veruleika.

Innlendismálaráðið umsitur tey málsøki , ið løgmaður sambært málsbýtisfráboðanini, sum er at finna undir “lóggáva, ið innlendismálaðið varðar av”, hevur lagt til ráðið at umsita. Hesi eru løgmál, dómsmál, kommunumál, tó ikki fíggjarliga eftirlitið við kommunum, val, sivilrættarmál, persónsupplýsingarmál, navnamál, útlendingamál, umhvørvis- og náttúruverndarmál, matrikuleringamál, tinglýsingarmál, økismenningarmál, útoyggjamál og  samferðslumál; tó ikki mál viðvíkjandi strandferðsluni.

Missión, visjón og virðisgundarlagið hjá Innlendismálaráðnum.