Uppgávan hjá Innlendismálaráðnum í sambandi við kommunumál er millum annað at avgreiða fyrispurningar og kærur um ymisk kommunal viðurskifti í sambandi við mál, ið snúgva seg um innihaldið/løggildið í kommunalum avgerðum, ymiskar mannagongdir sambært kommunustýrislóggávuni, heimildir hjá kommunustýrunum og uppgávur teirra. Umframt kommunustýrislógina og tilhoyrandi kunngerðir, tekur umsitingin av kommunumálunum oftast støði í lógunum um fyrisiting og um alment innlit, við tað at nógvu málini snúgva seg um viðurskifti, sum viðkomandi lógir beinleiðis regulera. ÁLIT: KOMMUNUR, EINDIR OG UPPGÁVUR 2009 LÓGGÁVA KOMMUNUR KOMMUNUNALIR FELAGSSKAPIR Slóð til valúrslit |