Tað er Navnanevndin, sum í fyrstu syftu ger av, um nøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu verða givin. Nevndin hevur eisini til uppgávu at viðgera umsóknir um undantak frá lógarkravinum um, at navn skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini. Avgerðir hjá navnanevndini kunnu kærast til Útlendingastovuna.. Útlendingastovan gevur loyvi til navnabroyting við navnaprógvi, og kann biðja um tilmæli frá nevndini, áðrenn loyvi verður givið. Er ivi um, at navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, verður málið somuleiðis lagt fyri navnanevndina til ummælis. Slóð til Útlendingastovuna Slóð til ársfráðgreiðing 01.07.2008 til 30.06.2009 frá navnanevndini |