Samb. býarskipanarlógini er tað tann einstaka kommunan, sum varðar av lendisplanlegging í kommununi. Tílík lendisplanlegging verður framd við einari býarskipan og byggisamtykt. Innlendismálaráðið góðkennir byggisamtyktir, eftir at hesar eru viðgjørdar av byggi- og býarskipanarnevndini í kommununi. Eftir seinastu broyting í lóguni, sum kom í gildi 25. mai 2009, verður kravt, at allar kommunur skulu hava eina byggisamtykt, og er tað eisini eftir broytingini eitt krav, at ein og hvør byggisamtykt skal endurskoðast innan 5 ár. Áðrenn kommunan sendir byggisamtykt ella broyting í byggisamtykt til góðkenningar skal hon hava ligið frammi í minsta lagi 3 vikur, soleiðis at borgarar í kommununi eisini fáa innlit í tær ætlanir, ið kommunan hevur við lendisplanlegging. Kommunan skal frammanundan á vanligan hátt kunngera, at byggisamtyktin er framløgd til eftirlits, og kunngerðin skal skila til, hvat øki, tað er, ið uppskotið umfatar. Borgarin hevur 3 mánaðir til at koma við møguligum mótmælum, ella broytingar uppskoti til tað, sum kommunan hevur lagt fram.; henda freist verður roknað frá kunngerðardegnum. Innkomin mótmæli og broytingaruppskot, sum kommunustýrið ikki tekur við, kortskjøl, ið hava ligið frammi og kunngerðin, ið hevur verði lýst, skulu fylgja við uppskotinum, tá ið hetta verður sent til góðkenningar. Sí vegleiðingarskriv um kortskjøl. Uppskot til byggisamtykt ella broytingaruppskot verður síðani sent Býarskipanarnevndini til ummælis. Uppskotini verða viðgjørd á fundi í nevndini, og eftir hetta sendir nevndin sítt álit til Innlendismálaráðið. Allar avgerðir nevndarinnar verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Tann kommuna, sum hevur serlighan áhuga fyri tí máli, ið nevndin hevur til viðgerðar, hevur rætt til at senda umboðsmann, ið persónliga kann greiða nevndini frá sjónarmiðum kommununnar. Tá ið byggisamtyktin ella broytingaruppskotið er góðkent, skal tað beinanvegin verða kunngjørt á vanligan hátt og møguliga tinglýst fyri kommununnar rokning. Landsstýrið kann tinglýsa, um tað heldur áneyðir vera til tess, sjálvt um kommunan ikki hevur hildið tað verið neyðugt. Kunngerð nr. 57 frá 27. apríl 2001 um kommunala byggimálsviðgerð ásetur, at kommunustýri ikki kann geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at tað, sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndugleikum, ið sambært aðrari lóggávu hava heimild at seta krøv. Býarskipanarnevndin |