Løgmál

Løgmál fevnir bæði um lóggávu, sum er undir føroyskum málsræði, og so ríkislóggávu.

Føroysk lóggáva: Løgmál, sum eru undir føroyskum málsræði, og sum verða løgd fyri Løgtingið sum uppskot til løgtingslógir, og har nærri reglur verða ásettar í kunngerð, er lóggáva um umsitingarvaldið og kunngering, nøvn, motor- og ferðsluviðurskifti, innsavnan og burturlutan, finningargóðs, vápn, eitur, ekspropriatión til serlig endamál, val av almennum álitismonnum, serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning, Yvirformyndarastova í Føroyum, fjølmiðlaábyrgd, sjónvarpseygleiðing, lóggáva kring uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi, ikki vinnurekandi grunnar og feløg, felahgaskráseting og fíggjarrætt.

Trýst HER at síggja hesar lógir. 

Ríkislóggáva: Nøkur løgmál eru enn undir donskum málsræði, og lóggáva á hesum økjum verður tí løgd fyri Løgtingið sum uppskot til ríkislógartilmæli. Hesi løgmál eru brotsmálaumsorgan, heimarættur danska ríkisins, Hægstirættur danska ríkisins, løgregla og ákærumyndugleiki, persóns-, húsfólka- og arvarættur, revsirættur, rættargangur, sakførarastarvssemi, útlendingaøki og marknaeftirlit.

Trýst HER at síggja hesar lógir. 

Lógardygd: Undir løgmál er eisini ráðgeving av øðrum aðalráðum í lógartekniskum spurningum. Heruppí er eftirkanning av lógaruppskotum og kunngerðum, sum aðarlráðini senda Innlendismálaráðnum. Fyrr var hetta ein tvungin mannagongd, men við gildi frá 4. januar 2010 er tað broytt til eina sjálvbodna skipan.

Til hetta arbeiðið eru gjørdar rundskriv og leiðbeiningar, sum verða brúktar sum grundarlag fyri eftirkanning og uppskotum til lóg og kunngerð

Trýst HER at síggja rundskriv og leiðbeiningar. 

Logir.fo er ein tænasta til borgaran, vinnulív, stovnar og aðrar myndugleikar, har tað ber til umvegis internetið skjótt at kunna seg um galdandi lóggávu í Føroyum

NAVNAMÁL   

FELAGSSKRÁSETING  

 
 
Snarvegir
Tíðindaskriv
Tín tpostur