Náttúrumál

Náttúrumál eru mál, sum hava við náttúru og umhvørvi at gera, og fevna um náttúru á landi, á sjógvi og í luftini.

 

Náttúru- og umhvørvismál á landi

Náttúrumál á landi fevna m.a. um býarskipanir, lendisætlanir, náttúrufriðingar og matrikuleringar. Við teimum heimildum, sum tilskilaðar eru í lendislóggávuni, verður m.a. tryggjað, at øll lendisplanlegging fer fram á mest skynsaman hátt, soleiðis at nøktandi atlit verða tikin bæði til borgaran í tí einstøku kommununi og til lendi annars, eitt nú við atliti at møguligum friðingum o.ø.

Umhvørvismál fevna eisini um at seta krøv til kommunur, virki og einstaklingar fyri at avmarka skaðiliga ávirkan á umhvørvi og náttúru frá vinnuligum og øðrum virksemi. Talan er um at avmarka útlát av skaðiligum evnum, lukt- og ljóðampar, heilsufrøðilig viðurskifti, at seta bann fyri innflutningi av ávísum skaðiligum evnafrøðiligum evnum o.s.fr.

 

Náttúru- og umhvørvismál á sjónum
Náttúru- og umhvørvismál á sjónum fevna serliga um krøv til skip, havstøðir, havnir og onnur í sambandi við virksemi á sjónum ella fram við sjóvarmálanum. Endamálið er at tryggja eitt reint og lívfrøðiliga ríkt hav. Við teimum heimildum, sum tilskilaðar eru í lóggávuni, eru reglur um eitt nú burturbeining av burturkasti, kloakkspillvatni og olju frá skipum, móttøkuskipanir í havnum, árinskanningar í sambandi við verkætlanir fram við  sjóvarmálanum og aðrastaðni o.s.fr. Mál viðvíkjandi oljudálking og tilbúgving til oljudálking er eisini partur av hesum málsøki.

Náttúru og umhvørvisviðurskifti í luftini
Umhvørvisverndarlógin skal m.a. virka fyri, at luftdálkingin er so lítil sum gjørligt. Serliga dálkandi virki koma undir kravið um umhvørvisgóðkenning, har krøv verða sett til luftreinsiskipanir o.t.  Veðurlagsmál og veðurlagspolitikkur er eisini partur av hesum málsøki, hóast tiltøkini, sum skulu setast í verk fyri at minka um føroyska útlátið av veðurlagsgassum, røkka um fleiri málsøki. 

Trýst HER at síggja viðkomandi lógir

VEÐURLAGSPOLITIKKUR FØROYA

STUÐUL

SAMSTARV